Camping sang
 

CAMPING FO

Lag: Fra Halifax til Spanien (Sára)


Várið er ei byrja, og hava tit nú hoyrt !

Í vognin øll at stákast, nú skal tað gerast klárt,

koppar, skálir, dýnur, koddar og ein toppmadrass,

og framman stendur fløskan tóm, so tað má keypast gass.


Nógv er at vaska, skimma, turka tað er púra vist,

brostnar eru perur har, ja tríggjar eru minst,

og konan proppar skápini,alt verður yvurfylt,

yvurvekt so verur bót, ja tað er púra vilt.


So skal tann langi listin kekkast, er alt komi við.?

Eplir, turran fisk og spik, provianturin, nei tig !

Borð og stólar, forteltið, tú mást ei gloyma kol,

ein eitt sindur harmaltur, nú mást tú geva tol.


Túrurin skjótt byrja skal, og vognin krøkja á,

øll eru nú so sera spent, vit fara heiman frá,

familja, vinir, kenningar, vit heima eru ei,

og onki nyttar tað at vitja okkum, korta nei.


Á landavegi  koyra vit, øll sita nú so tavs.

Og møta einum húsvogni, øll rópa hygg ein KNAUS.

HOBBY, BURSTNER, ADRIA, ein VILK og LMC

Merkini tey eru nógv, og øran gera teg.


  komu framm í øllum góðum, vinir heilsa blítt,

tú væl til passar følur teg, ja tað er ikki fritt,

vognin vit so seta av, og alt nú riggast til.

Grannin er tá  fúsur har, og hjálpa tær hann vil.

Hetta er so lívið her, vit tíma sera væl,

mangan skínur sólin, og onkuntíð eitt æl,

tú hava má Í huganum, um veður og um vind.

Oftast veðrið tað er gott, og tá er grillin kynd.


Vit eru øll á ferð frá várið, langt-út á heyst,

tó ikki her kann sigast, hvør túrurin var best,

pakkað vit so húsvognin, og alt tað endar her,                                                                                                 stravið er at bíða til, vit hittast næstu ferð.


                                                                                          KJ 2010


En af vores gode campister Krissolvur har lavet en campingsang.